Mentan

Vælumtóktur norskur sjónleikari farin

Jon Skolmen gjørdist mest kendur sum glaði normaðurin í svensku “Sällskapsresan”-filmunum

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2019-03-29 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár komu boðini um, at norski sjónleikarin Jon Skolmen er deyður, 78 ára gamal.

Talan er um ein av fólkakærastu sjónleikarunum í Noregi hesi seinastu árini. Hann hevur gjørt um seg á filmi, í sjónvarpi og á palli. Mest kendur er hann tó fyri “ferðalags”-filmarnar hjá svianum Lasse Åberg, har teir spældu Ole Bamserud og Stig-Helmer Olsson.

Jon Skolmen byrjaði sína starvsleið hjá NRK, har hann arbeiddi í fleiri ár við at gera sjónvarpssendingar til børn.

Herundir síggjast nøkur brot við Ole og Stig-Helmer úr Sällskapsresan-filmunum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder