Innanlands

Vælveruøkið í Svimjihøllini í Klaksvík letur upp í dag

Varaborgarstjórin, Signhild Johannesen flytur fram røðu í almennari móttøku

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-12-11 15:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag verður almenn móttøka í samband við at nýggja vælveruøkið í Klaksvíkar svimjihøll letur upp. Varaborgarstjórin, Signhild Johannesen flytur fram røðu og møguleiki verður at síggja nýgjørdu og snotuligu umstøðurnar í nýggja vælveruøkinum í svimjihøllini, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Í nýggja økinum eru nógvir møguleikar. Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.

Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál. Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur

Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu, og á uttanduraøkinum er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder