Uttanlands

Vænta at Trump náðar fleiri hundrað í morgin

Men ikki seg sjálvan og síni nærmastu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-18 15:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Donald Trump, forseti, hevur ætlanir um at náa fleiri hundrað persónar á síðsta degi sínum í embætinum, tað er í morgin. Tað siga keldur í Hvítu Húsunum, sambært CNN

Millum tey, ið verða náðað, eru vinnulívsfólk og fólk í embætisverkinum, sum sita dóm – tað tey kalla ‘white-collar criminals’ – kendir rapparar og onnur. Men í løtuni hevur Trump ikki ætlanir um at náa seg sjálvan, skrivar CNN.

Tvær av keldunum siga, at tey vóru á fundi í Hvítu Húsunum sunnudagin fyri at gera listan lidnan við nøvnunum, ið verða náðað.

Les eisini: Trump náðar fleiri av nærmastu ráðgevum sínum 

Undan jólum náðaði forsetin eina røð av fólkum, men síðan hevur hann verið meira upptikin av at fylgja endaligu valhandlingini viðvíkjandi forsetavalinum, ið sum kunnugt endaði við uppreistrinum í Kongressini 6. januar.

Ófriðurin gjørdi tað truplari hjá forsetanum at náða seg sjálvan, familju sína, og løgfrøðing sín, Rudy Giuliani, skrivar CNN.

Hóast tað framvegis er óvist, halda starvsfólkini ikki, at hann fer at gera tað nú. Tey skulu hava sagt forsetanum, at tað fer at fáa hann at síggja út, sum hann er sekur í onkrum.

Nakrir av ráðgevum Trumps hava eisini biðið hann um ikki at náa nakran av teimum, sum vóru við í uppreistrinum í Kongressini, hóast Trump sjálvur at byrja við ikki helt, at tey høvdu gjørt nakað galið.

Tað kemur áhaldandi ein streymur av umsóknum og viðmælum um náðan til Hvítu Húsini, skrivar norska Finansavisen.

Forsetaembætið verður handað Joe Biden á einum hátíðarhaldi í Washington D.C. mikudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder