Uttanlands

Vænta nýtt eldgos um nýggjársleitið

Útlit eru fyri eldgosi fyrstu vikuna í januar

Tað var 18. desember, at tað fór at goysa norðanfyri Grindavík (Mynd: EPA)

Tað var 18. desember, at tað fór at goysa norðanfyri Grindavík (Mynd: EPA)

2023-12-27 08:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ábendingar eru nú um eldgos aftur á Reykjanesi, og at tað verður um nýggjársleitið.

Seinastu mátingarnar hjá Veðustovu Íslands vísa, at lendið er hækka til somu hædd, sum mált var 11. og 12 desember, sjey til seks dagar áðrenn tað fór at goysa 18. desember.

Sostatt eru útlit fyri eldgosi fyrstu vikuna í januar, skrivar Morgunblaðið.

Grindavíkingar sluppu heim at halda jól. Hildið verður at fólk vóru í eini hálvthundrað húsum á jólum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder