Í morgun klokkan 10.00 var tíðindafundur í fíggjarmálaráðnum, har játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram.
Og sambært Kristinu Háfoss, hava føroyingar alla grund til at glaðast, tí úrslitið sambært játtanarkarmunum er gott. Íroknað íløgum fær landið 500 milliónir í avlopi í 2020. Avlopið hjá landinum fer eftir játtanarkørmunum at vaksa næstu árini. Eins og sæst á myndini niðanfyri, verður roknað við at úrslitið í 2024 fer heilt upp í 702 milliónir krónir. Landsstýriskvinnan kallaði á tíðindafundinum hetta fyri eitt mál, helst tí tað í veruleikanum ikki ber til at spáa so langt fram.
Úr framløguni hjá Kristinu Háfoss
Í úrslitinum er lagt upp fyri einum rakstrarvøkstri á 3,5 prosent íroknað lønarvøkstri og øðrum rakstrarútgreiðslum.
Játtanarkarmar verða lagdir fyri Løgtinginum á hvørjum ári sum uppskot til samtyktar og eru ein vegleiðandi fíggjarætlan fyri landið. Játtanarkarmarnir eru ikki ein løgtingslóg eins og fíggjarlógin, sum skal fylgjast. Tí kunnu broytingar ofta verða ímillum úrslitið á játtanarkørmunum og veruliga úrslitinum hjá landinum.
Tí siga játtanarkarmarnir lítið um, hvat veruliga úrslitið hjá landinum verður í 2020. Løgtingsval verður eisini áðrenn fíggjarlóg skal leggjast fyri tingið 1. oktobur, tí kunnu ætlaðu útreiðslurnar broytast nógv, áðrenn fíggjarlógin verður samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald