Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar tyri túrahald frá 1. august 2018.
Prísirnir broytast soleiðis:
· Prísurin fyri hvønn túrin við túrahaldi lækkar úr 25 krónum niður í 20 krónur, svarandi til eina lækking uppá 20%. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald til persónbil fyri kr. 400,-, 40-túrahald fyri kr. 800,- og 200 túrar fyri kr. 4.000,-.
Tað verða ikki aðrar broytingar.
Eftir hesum broytingum verða prísirnir framvegis teir somu í báðum tunlum.
Galdandi frá 1/8-2018 |
Stakir túrar 1 t/r |
Lítið hald 20 túrar |
Miðal hald 40 túrar |
Stórt hald
|
Árshald |
Akfør upp til 3.500 kg og styttri enn 6m |
100 kr |
400 kr 20 kr/túr |
800 kr. 20 kr/túr |
200 túrar 4.000 kr. 20 kr/túr |
6.000 kr 500 kr./mánaðin |
Akfør yvir 6 m. (bussar,lastvognar)
|
300 kr. |
2.000 kr 100 kr/túr |
4.000 kr 100 kr/túr |
100 túrar 10.000 kr 100 kr/túr |
|
Ferðslan økist alsamt, og fyrstu 6 mánaðirnar í ár er vøksturin í báðum tunlum 7% í mun til somu tíð í fjør. Við óbroyttum ferðslutølum vildi prísbroytingin kosta feløgunum knappar 3,3 mió. kr. í minni inntøku. Økist ferðslan tað sama restina av árinum sum fyrstu seks mánaðirnar, vænta feløgini at kostnaðurin av at lækka prísirnar verður áleið 1 mió. kr.
Tekna hald og spar 80%!
Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava túrahald, og teimum sum gjalda fyri stakar túrar. Við túrahaldi kann ein persónbilur koyra 5 ferðir gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar fyri stakan túr. Uttan túrahald (til persónbil) er kostnaðurin framvegis kr. 100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins – www.tunnil.fo – ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri kr. 400, kr. 800 ella kr. 4.000 og tá kann koyrast ávikavist 20, 40 ella 200 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri, hvussu leingi eitt hald er galdandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald