Vágs kommuna hevði í gjár forkunnuga vitjan úr Hebridunum, tá ráðharrar og embætisfólk frá stýrinum í Hebridunum, Comhairle nan Eilean Siar, vitjaðu í Vági. Talan var um ráðharrar og embætisfólk, sum m.a. vara av arbeiðinum við menning í Hebridunum.
Hebridurnar hava á nógvum økjum sambæriligar avbjóðingar sum Suðuroyggin við minkandi fólkatali, ungdómur flytur og kemur ikki aftur, og hevur hetta ført við sær skeiklan av aldursbýtinum og kynsbýtinum. Á Hebridunum er av somu orsøk sett gongd á eitt menningararbeiðið, sum eisini fevnir um økt fokus á at draga ungdómin aftur til oyggjarnar og styrkja tilknýtið hjá ungdóminum til Hebridurnar.
Í samband við vitjanina greiddu ráðharrarnir og embætisfólkini frá, at teir høvdu hoyrt um spennandi átøkini í Vági, bæði Ítróttaháskúlan í Suðuroy, Páls Høll og Marghøllini, arbeiðinum við menning innan ferðavinnuna og aðrar spennandi verkætlanir í Vági – og var orsøkin til vitjanina í Vági at leita sær íblástur til teirra arbeiði við menning í Hebridunum, skrivar Vágs kommuna.
Dennis Holm, borgarstjóri, tók ímóti fylginum úr Hebridunum og hevði framløgu fyri teimum um arbeiði við menning í Vágs kommunu seinastu árini. Drúgv umrøða var av ymisku átøkunum í Vági og hvussu tey hava hildnast. Ráðharrarnir vístu serliga áhuga í arbeiðinum við at skapa menning innan upplivingarbúskapin, bæði innan ferðavinnu, ítróttaháskúla, og ítróttar- og upplivingarvinnuni – og sóu teir eisini ávísar møguleikar í at arbeiða við upplivingarbúskapinum í Hebridunum. Ráðharrarnir vístu eisini áhuga í arbeiðinum við trivnaðarátøkum fyri børn og ung innan ítrótt, ungdómshús og í fólkaskúlanum.
Áðrenn leiðin gekk norður við Smyrli í kvøld varð eisini vitjað á Strandfaraskipum Landsins, umframt at leiðin gekk til Akrabyrgis og niðan á Eggjarnar í Vági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald