Umboð fyri Sjálvstýri skuldi eftir ætlan verða í kjaksending í Kringvarpinum í kvøld í samband við fólkatingsvalið, men so verður ikki.
Jón Brian Hvidtfelt váttar fyri Norðlýsinum, at kjaksendingin í kvøld er avlýst, tí at Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og einasta valevni hjá flokkinum til fólkatingsvalið, er á veg til Odense við føroysku træseglskipunum. Odense er vinabýur hjá Klaksvík, og Jógvan Skorheim er sum borgarstjóri boðin at flyta fram røðu.
Jón Brian Hvidtfelt sigur, at tey spurdu um Klaksvíkar kommuna ikki kundi senda varaborgarstjóran til Odense at halda røðu, men at tey fingu at vita, at hetta ikki lat seg gera.
Av tí at Jógvan Skorheim er einasta valevni hjá Sjálvstýri til fólkatingsvalið, metti Kringvarpið, at einasti møguleiki var at avlýsa kjaksendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald