Innanlands

Valevnislistarnir skulu vera inni í kvøld

Klokkan 18 er seinasta freistin at lata inn listarnir við valevnum til fólkatingsvalið

Christiansborg (Savnsmynd)

Christiansborg (Savnsmynd)

2019-05-25 09:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Valevnislistarnir til fólkatingsvalið skulu vera inni í kvøld.

Klokkan 18 í kvøld er seinasta freistin at lata valnevndini listarnir við valevnum.

Fyri at stilla upp til fólkatingsvalið, sum verður 5. juni, skal eitt valevni stilla upp fyri ein flokk, sum á seinasta vali varð valdur í løgtingið og framvegis situr har, ella kunnu valevni stilla upp á uttanflokkalista, skrivar Kringvarpið.

Miðflokkurin stillar ikki upp til hetta fólkatingsvalið, men tað gera allir hinir flokkarnir, sum eru í løgtinginum í løtuni. Sostatt er talan um seks flokkar, sum stilla upp til fólkatingsvalið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder