2019-06-05 20:07
Klokkan er nú farin av 20, og valstøðini kring landið alt hava nú latið hurðarnar aftur, so farast kann undir at telja atkvøðurnar.
Manningin hjá Portalinum er til staðar í Kringvarpshúsinum í kvøld. Tað er her atkvøðurnar verða savnaðar inn frá teimum 58 valstøðunum, og atkvøðurnar verða taldar saman.
Tvey umboð skulu veljast til fólkatingið. Royndirnar frá seinasta fólkatingsvali siga okkum, at einki kann sigast um úrslitið, fyrr enn atkvøðurnar frá tí størsta valstaðnum, Havnini, eru taldar saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald