Uttanlands

Valnevnd útnevnir Erdogan sum vinnara av valinum í Turkalandi

Erdogan, forseti í Turkalandi, vann yvir helvtina av atkvøðunum sunnudagin og hevur tí endurvunnið sessin sum forseti

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-06-25 08:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Valnevndin í Turkalandi upplýsti í nátt, at sitandi forsetin í landinum, Recep Tayyip Erdogan, hevur vunnið forseta- og parlamentsvalið við yvir helvtini av atkvøðunum.

Tí verður onnur og avgerandi rundan ikki neyðug, skrivar Reuters. 

 

- Recep Tayyip Erdogan forseti hevur fingið greiðan meiriluta av øllum góðtiknum atkvøðum, segði leiðarin av ovastu valnevndini í Turkalandi (YSK), Sadi Guven, til journalistar í Ankara sambært tíðindastovuni AFP.

Valgmevndin upplýsti tó ikki, hvussu nógv prosent av upptaldu atkvøðunum Erdogan og flokkur hansara, AKP, fekk. 

Ríkistíðindastovan Anadolu upplýsti annars fyrr sunnukvøldið, at Erdogan hevði fingið 52,5 prosent av atkvøðunum. Kappingarneytin Muharren Ince frá flokkinum CHP fekk samstundis 31,7 prosent av atkvøðunum sambært Anadolu.

Tølini eru ikki alment váttað enn, skrivar Ritzau. 

Erdogan hevur verið forseti síðan 2014, men hesuferð er valskeiðið 5 ár við nógv størri valdi - tað avgjørdi ein fólkaatkvøða í 2017, tá ið farið varð frá einari parlamentariskari skipan til presidentiella skipan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder