
– Okkara boðskapur til Danmark er einfaldur: Tit hava ikki gjørt eitt gott arbeiðið fyri fólkið í Grønlandi.
Tað segði amerikanski varaforsetin. J.D. Vance, tá hann vitjaði Pituffik Space Base í Grønlandi í gjár.
Í røðu sínari segði Vance m.a., at herstøðin er minni trygg í dag enn fyri 30-40 árum síðani, og at Danmark ikki hevur gjørt nóg nógvar íløgur í Grønlandi.
Amerikanski varaforsetin segði eisini, at amerikanarar virða grønlendska sjálvavgerðarrættin, men at tað hevði verið betri fyri Grønland at koma undir amerikanska verju heldur enn danska.
– Arbeiðið hjá Danmark við grønlendsku trygdini hevur í roynd og veru verið, at Danmark hevur latið amerikanarar um tað og vónað, at vit fara at klára tað, segði Vance sambært Ritzau.
Saman við J.D. Vance vóru kona hansara, Usha Vance, amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, og amerikanski orkuráðharrin Chris Wright, og republikanski senatorurin, Mike Lee, sum er stórur forsprákari fyri ætlanini hjá Trump um at taka ræðið á Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald