Uttanlands

Vandi fyri at farmaskip hvølvist og søkkur

Manningin er farin av einum niðurlendskum farmaskipi út fyri norsku strondini

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2021-04-06 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár sendi niðurlendska farmaskipið “Eemslift Hendrika” út neyðarkall. Tað var tá statt á eini leið vestan fyri Noreg. 12 persónar fóru við skipinum, og átta teirra vórðu í fyrstu atløgu bjargað í land av norsku sjóverjuni.

Skiparin og tríggir av manningini valdu at vera eftir á skipinum í eini roynd at bjarga tí, skrivar NRK.

Seint í gjárkvøldið misti skipið motormegina – tað hendi eftir at teir seinastu av manningini vórðu bjargaðir í land.

- Støðan er tann, at skipið ikki hevur nakra motorkraft, og rekur nú móti landi. Samstundis hevur skipið slagsíðu, so støðan er álvarslig, segði stjórin fyri Kystverket, Hans-Petter Mortensholm, við NRK í morgun.

Enn er óvist, hvat kann gerast fyri at bjarga skipinum, men í løtuni verður roynt at forða fyri, at skipið kann gerast ein umhvørvishóttan, leggur hann afturat.

Vandin er stórur fyri, at skipið kann hvølva og søkka. Umborð eru um 350 tons av tungolju og umleið 50 tons av diesel, upplýsir Mortensholm.

Vaktarskipið Sortland er farið úr Bergen og norður til økið, har niðurlendska skipið væntast at nærkast norsku strondini.

Á heimasíðuni hjá NRK síggjast dramatiskar myndir av bjargingini

[object Object]
Neyðstadda farmaskipið er statt vestan fyri Noreg (Mynd: MarineTraffic)


placeholder
placeholder