2023-03-20 13:53

Fyritøkan Dagrofa ApS afturkallar nú eitt slag av tortillapannukøkum – ella tortillawraps.
Orsøkin er, at vandi er fyri hýggji í vøruni, og tí er hon ikki egnað til mannaføði, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella verða beindar burtur.
Talan er um hesa vøru:
Banderos tortillawrap við fullkorni
Nettovekt: 370g
Best fyri: 19.06.2023
EAN-strikukota 7611612700948
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald