2018-10-06 16:04
Í minsta lagi 50 fólk hava latið lív í afrikanska landinum Kongo, eftir ein oljubilur stoytti saman við einum øðrum akfari leygardagin. Tað skrivar DR.
Umframt at 50 fólk hava latið lív, vórðu eisini 100 fólk, ið brendust í vanlukkuni.
Vanlukkan hendi tætt við bygdini Mbuta, uml. 130 kilometrar frá høvuðsstaðnum Kinshasa.
Varaguvernørunin í Kongo Central-landspartinum, Atou Maubuana Nkuluki, sigur, at myndugleikarnir gera alt, tey kunnu fyri at hjálpa ofrunum.
Vegirnir í Kongo eru kendir fyri ikki at vera væl viðlíkahildnir eftir fleiri ár við kríggi og ófriði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald