Eftir eina vitjan tann 16. januar í ár gjørdi Heilsufrøðiliga starvsstovan av at stongja matstovuna Etika á Áarvegnum í Havn. Tað vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.
Vitjanin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni var eitt uppfylgjandi eftirlit í sambandi við eftirlit í 2016 og í 2017, tá víst var á vantandi reinføri í køkinum, á sopp og onnur viðurskifti.
- Tað er ikki nøktandi. Reinføri skal altíð vera í ordan, líka mikið hvat, sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum eigur og rekur Etika, við útvarpið.
- Vit høvdu ein fund við starvsstovuna beinanvegin, og vóru samd við teimum niðurstøðunum, sum tey komu við, sigur hann.
Matstovan gjørdi neyðugar broytingar, og slapp at lata upp dagin eftir. Í løtuni verður matstovan heildarumvæld, og um tvær vikur verður latið upp aftur, upplýsir Johannes Jensen fyri Kringvarpinum.
Etika lat upp fyri skjótt 10 árum síðani, og er fyrsta sushi matstova í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald