Uttanlands

Vápnahvíld millum Ísrael og Libanon

Vápnahvíldin byrjaði klokkan tvey í nátt

Avtalan varð kunngjørd  á tíðindafundi hjá amerikanski forsetanum, Joe Biden í Hvítu Húsunum í gjár (Mynd: EPA)

Avtalan varð kunngjørd á tíðindafundi hjá amerikanski forsetanum, Joe Biden í Hvítu Húsunum í gjár (Mynd: EPA)

2024-11-27 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael og Libanon hava góðkent eina avtalu um vápnahvíld í Libanon.

USA og Frakland høvdu verið meklarar í samráðingunum um vápnahvíldina, sum byrjaði klokkan tvey í nátt føroyska tíð.

Vápnahvíldin inniber m.a., at Ísrael næstu 60 dagarnar skal taka herdeildir sínar úr Suðurlibanon, og 5.000 herfólk úr Libanon verða sett inn í økið. Eisini skal Hizbollah-rørslan taka síni fólk úr økinum sunnan fyri Litani-ánna, sum liggur umleið 30 kilometrar frá markinum til Ísrael, skrivar Ritzau.

Tað var amerikanski forsetin, Joe Biden, sum boðaði frá avtaluni á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í Washington D.C. í gjár.

Í røðu sínari segði Biden, at avtalan var eitt avgerandi stig móti friði í Miseystri, sum framvegis er merkt av m.a. krígnum í Gaza.

Seinasta árið hava tíggjutúsundatals fólk latið lív í álopum millum Ísrael og Hizbollah í Libanon, og harumframt eru hundraðtúsundatals libanesar og tíggjutúsundatals ísraelar flýddir frá húsi og heimi.

Í norðara parti av Ísrael eru fólk flutt burtur úr fleiri býum orsakað av álopunum, og nógvir íbúgvar eru framvegis ikki komnir heimaftur.

Sambært ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu er málið hjá Ísrael, at norðari partur av landinum skal tryggjast, so sivilfólk kunnu fara heimaftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder