Sjálvstýri boðar í dag frá, at Terje Beinir Vestergaard, varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu, verður valevni til komandi løgtingsval. Terje er 46 ár, búsitandi í Saltangará, er giftur við Birnu og eiga tey trý børn saman.
- Vit skulu hava ein sjálvberðandi búskapi, so vit kunnu fullføra dreymin um frælsu tjóðina Føroyar. Grundarlagið undir okkara samfelag skal grundast á fedrana arv, kristnu siðalæruna har trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi verður vart, og har øll, sum velja Føroyska samfelagið, skulu hava tað gott, sigur Terje B. Vestergaard í tíðindaskrivinum frá Sjálvstýri.
- Við Terja á liðnum, fáa vit eitt sterkt umboð á listan í Eysturoy. Terje hevur, sum býráðspolitikkari í sjey ár, víst hegni og vilja til politiskt arbeið, sum avgjørt stuðlar undir arbeiðið, sum stendur fyri framman, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.
Terje Vestergaard stillaði upp á lista A til seinasta býráðsval. Hesin listin fekk átta av teimum 11 býráðslimunum, sum skuldu veljast. Í Runavíkar kommunu verður ikki stillað upp politiskt, men á býráðslistum við fólki úr øllum flokkum.
Listi A er listin hjá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra. Terje B. Vestergaard varð fjórðvaldur á hesum lista við 137 persónligum atkvøðum.
Økið hevur í fleiri ár havt sjálvstýrisumboðan á tingi. Men Kári P. Højgaard hevur nú tikið avgerðir um ikki at stilla uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald