Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Thomas Schiøler sum varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.
Thomas Schiøler er 58 ára gamal, var útbúgvin serlækni í klinisk biokemi í 1999, hevur OLAU I-III leiðsluútbúgving frá Lægeforeningen umframt diplomútbúgving í leiðslu.
Thomas Schiøler hevur drúgvar royndir innan læknafakið bæði innan almen praksis og sum yvirlækni og leiðandi yvirlækni á donskum sjúkrahúsum.
Harafturat hevur Thomas Schiøler drúgvar royndir sum seniorgranskari á DSI, sum sekretariatschef í danska Heilsustýrinum og sum yvirlækni í danska Heilsustýrinum, skrivar Heilsu og innlendismálaráðið á heimasíðuni.
Nýggi varastjórin við læknafakligari bakgrund tekur við starvinum tann 1. desember 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald