Tað kundi verið endað heilt galið í morgun, tá ið tveir menn fóru at kjakast niðri í miðbýnum, uttanfyri Blábarr í Niels Finsensgøtu.
Klokkan 06:15 fekk løgreglan fráboðan um, at tann eini maðurin hevði skumpað hin frá sær, og tann maðurin datt ígjøgnum ein stóran rút í Blábarr.
Maðurin, sum datt, skar seg illa og fekk nógv splintur í ryggin, og hin fekk eisini splintur í hondina. Ein sjúkrabilur kom á staðið og koyrdi tann, ið hevði skorið seg illa, á skaðastovuna, og ein patruljubilur fór somuleiðis avstað við hinum manninum á skaðastovuna.
Løgreglan er nú í ferð við at kanna, um nakar av teimum skal skuldsetast fyri harðskap, ella um tað endar við eini skuldseting um herverk - ella bæði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald