Maðurin, sum varð handtikin fyrrapartin í gjár í sambandi við húsaófrið í høvuðsstaðnum, var til grundlógaravhoyring í morgun, og sambært in.fo, er hann nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri brot á paragraf 119 í revsilógini um hóttan móti fólki í almennari tænastu.
Tað var beint fyri klokkan níggju hósmorgunin, at løgreglan varð boðsend til ein bústað í Havn. Tá løgreglan kom á staðið, kom ein maður út úr hurðini við øks í hondini. Maðurin var fullur og illur og brúkti seg móti løgregluni.
Tá maðurin síðani misti øksina, gjørdi løgreglan skjótt av og legði hann í hondjørn. Maðurin hótti eisini løgregluna og royndi at brúka harðskap, á veg til politistøðina og á sjálvari støðini.
Sambært in.fo, minnist maðurin ikki hendingina serliga væl, og er hann sannførdur um, at hann ikki visti, at tað var løgreglan, sum var komin heim til hann. Hann helt tað vera grannin, sum kom eftir honum aftaná eitt innanhýsis stríð. Tí royndi hann at verja seg við øks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald