Innanlands

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri hóttan

Talan var um eina hóttan eftir lívinum

2019-03-09 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kundi frættast, at ein persónur varð handikin og skuldi avhoyrast fyri at hava framt álvarsligar hóttanir ímóti einum øðrum. Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsir í morgun, at viðkomandi eftir grundlógaravhoyringina varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. 

Orsøkin er, at hesin persónurin hevur hótt ein annan eftir lívinum við orðum. Løgreglan arbeiðir víðari við málinum, ið kemur fyri aftur 5. apríl. Tá skal dómarin taka støðu til, um viðkomandi skal sita longri, ella um hann skal latast leysur.

Tað hevur annars verið stak friðarlig nátt hjá løgregluni. Vakthavandi upplýsir, at fitt av fólki hava verið úti, men tey hava skikkað sær væl.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder