Innanlands

Varðhaldsfongslaður í tvær vikur

Um vikuskiftið brutu tveir mans inn í eini hús í Vágum, og tann eini er nú varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-11-04 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Maðurin, sum í gjár var til grundlógaravhoyring eftir at hava brotið seg inn í eini hús í Vágum, verður nú varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri. Tað upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Tað var leygardag seinnapart, at fólk ringdu eftir løgregluni, tá tveir mans við knívi royndu at bróta inn í húsini hjá teimum.

Løgreglan varð skjót á staðið og fekk tamarhald á støðuni, og menninir, ið høvdu brotið seg inn, vórðu handtiknir. Ein av húsfólkunum varð útsettur fyri harðskap, men viðkomandi hevði ikki fingið skaða av knívinum, sigur løgreglan.

Eftir at løgreglan hevði avhoyrt allar partarnar, varð eini brotsmaðurin leyslatin, meðan hin endaði í rættinum, har tað endaði við, at hann fekk varðhaldsfongsling í tvær vikur.

Eini maðurin situr nú varðhaldsfongslaður, meðan málið verður kannað gjøllari, men løgreglan metti ikki, at neyðugt varð at varðhaldsfongsla hin mannin eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder