Uttanlands

Vargaseyðurin á St. Kilda er illa fyri

Har eru nógv fleiri seyðir, enn oyggjarnar bera

2023-05-11 11:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Villi seyðurin í St. Kilda oyggjunum vestan fyri Skotland tørvar hjálp. Tað siga djóralæknar, sum halda eyga við seyðastovninum úti á fjarskotnu oyggjunum. Teir senda nú áheitan á National Trust for Scotland (NTS) og skotsku stjórnina um at gera nakað við støðuna, skrivar BBC í dag.

Størsti trupulleikin er ovbit, siga djóralæknarnir. Har er nógv meira seyður, enn oyggin ber.

Myndugleikarnir hava víst á, at seyðurin er villur, og hevur altíð verið tað. Djóralæknarnir, David Buckland og Graham Charlesworth, sum virka í Suðuroyggjum, og halda eyga við stovninum úti á St. Kilda, siga harafturímóti, at seyðurin var røktur í ávísan mun í nógv hundrað ár, líka fram til, at seinastu fólkini fluttu av St. Kilda í 1930.

David Buckland vísir á, at seyðurin doyr orsaka av vánaligu umstøðunum, og at tað er ein pínufullur deyði, sum teir uppliva. Hungur er ein óbehagiligur deyði, vísir hann á.

Djóralæknin greiðir frá, at vísundaligar kanningar hava víst á, at nógvur seyður er deyður í hungri á teimum størstu oyggjunum, Hirta, Boreray og Soay, í fleiri ár.

- Seinastu seks árini hava vit roynt at gera NTS og skotsku stjórnina varug við støðuna og heitt á tey um at gera okkurt við støðuna, men uttan at verða hoyrd.

Umboð fyri National Trust of Scotland siga, at seyðurin úti á St. Kilda oyggjunum er arvur frá fólkunum, sum einaferð búðu har. Seyðastovnurin var ikki røktur, men var villur – vargur – og einans veiddur. Tí hevur ikki verið hildið at gera nakað við stovnin uttan so, at talan hevði verið um sjúku.

Av tí at talan er um villini djór, so er seyðurin á St. Kilda ikki umfataður av skotsku djóraverndarlóggávuni, verður víst á.

Roknað verður ikki við, at seyðurin úti á St. Kilda er verri fyri enn øll onnur villini djór á oyggjunum í Vesturskotlandi, har stovnurin minkar munandi tá vetrarnir eru harðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder