Mentan

Várlig listaframsýning í Kringvarpinum

Eyðun av Reyni sýnir fram nýggjar málningar í nýggju forhøllini

2019-02-19 20:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forhøllin í Kringvarpi Føroya verður komandi vikurnar karmur um eina framsýning við málningum, sum Eyðun av Reyni hevur málað.

Fríggjadagin letur listamaðurin upp framsýning við 16 várligum málningum. Teir flestu hevur Eyðun málað í ár og í fjør. Málningarnir hava eitt frískligt og várligt dæmi. Við grovum strokum og sterkum litum, málar hann málningar, har landsløg og bygdaløg hómast í einum spennandi litspæli.

Eyðun av Reyni hevur seinastu árini roynt nýggja leið í málningum sínum, og henda framsýningin vísir ein leitandi listarmann.

Framsýningin letur alment upp seinnapartin fríggjadagin. Nýútbúni listfrøðingurin, Dagmar M. Winther, fer at siga frá listini hjá Eyðuni av Reyni, og Lea Kampmann fer at framføra egin løg.

Hetta er fyrsta málningaframsýningin í nýggju forhøllini í Kringvarpinum. Framsýningin er opin til 31. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder