VÁS – Verkfrøðilesandi á Slættanum – er lestrarfelag fyri føroyingar, ið lesa verkfrøði ella taka eina tekniska útbúgving. Lestrarfelagið er nokk eitt tað elsta føroyska lestrarfelagið, men hevur tað verið óvirkið seinastu árini.
Á endurstovnandi aðalfundinum tann 25. oktober bleiv felagið endurstovnað og nevndin skipaði seg.
Felagið hevur sum endamál at samansjóða føroysk verkfrøðilesandi á Danmarks Tekniske Universitet og øðrum tekniskum útbúgvingum í Keypmannahavn. Skipa fyri sosialum og vísindaligum tiltøkum, ið skulu menna samanhaldið og vitanina hjá limunum.
- Vit miða eftir at vera ein miðil fyri føroyskar fyritøkur at finna føroysk verkfrøðilesandi, um tær leita eftir onkrum at seta í starv ella starvsvenjing ella vilja leita sær vitan, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.
Tey sum manna nevndina eru: Tummas Napoleon Arge, formaður, Heðin Gunnarstein Poulsen, næstformaður, Bjarti Johannesen, skrivari/kassameistari, Jón Jacobsen, Gunn Mohr Hentze, John Jákup Christensen, Jóhan Bech Húsgarð og Birita Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald