
Seinastu dagarnar hevur regnað av grimd í pørtum av Italia, og tað hevur elvt til vatnflóð í m.a. landslutunum Emilia-Romagna og Toscana.
Myndugleikarnir ávara um hættisligt veður, sum væntast at halda fram næsta samdøgrið, og verður heitt á fólk um at vera ansin og halda seg inni.
Í fleiri grannaløgum í Bologna, sum er høvuðsstaður í Emilia-Romagna, vórðu borgarar, búsitandi í kjallara- og stovuhæddum fluttir burtur hóskvøldið, og í landslutinum Toscana eru skúlar stongdir í yvir 60 kommunum.
Í Firenze, sum er høvuðsstaður í Toscana, hava borgarar seinastu tríggjar dagarnar upplivað meira enn tvífalt so nógv avfall, sum er vanligt fyri allan mars mánaða. Í miðal fær Toscana 61 mm av avfalla í mars, men eftir bert seks tímum í morgun, vórðu komnir 52 mm av avfalli.
Komandi samdøgrið væntast meira avfall og torusláttur í norðara parti av Italia, skrivar BBC.
Ein, sum er stødd í Firenze í løtuni er listakvinnan Stella Zachariassen, sum er farin til Italia í sambandi við Firenze International Art Fair, har hon eftir ætlan skal sýna ein málning fram.
– Eg havi latið málningin inn í dag, men enn vita tey ikki, um tey noyðast at avlýsa framsýningina, sum eftir ætlan skal byrja í morgin, sigur Stella Zachariassen við Portalin.
– Tey mæla fólki frá at fara út, so vit sita bara inni á gistingarhúsinum. Í gjár vóru nógv fólk á gøtunum, men so hevur ikki verið í dag, og nógvir handlar hava eisini stongt, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald