Innanlands

Veðrið heldur sær

Veðurforsøgnin sigur frá framhaldandi turrum veðri og vindi

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-04-04 12:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið í dag og í morgin er á somu leið sum tað var í gjár. Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðri og vindi.

Í dag er strúkur í vindi av landnyrðingi eystan, um 11,5 til 12,5 m/s. Einki avfall og hitin millum 6 og 7 hitastig.

Ættin er tann sama í morgin, men hann minkar eitt sindur í vindinum niður í frískan vind til strúkur í vindi, millum 8,5 og 12 m/s. Einki avfall og hitin millum 6 og 7 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder