Innanlands

Veðurlagsverkfall uttan fyri Løgtingið í morgin

Hetta er fimtu ferð at skipað verður fyri veðurlagsverkfalli í Føroyum

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-01-31 15:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 1. februar verður aftur skipað fyri veðurlagsverkfalli uttanfyri Løgtingið. Hetta er fimtu ferð at skipað verður fyri veðurlagsverkfalli í Føroyum.

Tiltøkini í Føroyum eru ein partur av einum heimsumfatandi veðurlagsverkfalli, sum 16 ára gamla Greta Thunberg hevur tikið stig til, og hvønn fríggjadag eru fleiri túsund fólk í veðurlagsverkfalli kring allan heimin.

Endamálið við veðurlagsverkføllunum er at leggja trýst á politikararnar um at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, at lurta eftir granskingini og at taka neyðugu stigini til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Eisini vilja fyriskipararnir eggja kommunum, vinnulívi og einstaklingum um at minka um sítt útlát og vera við á grønu leiðini.

Okkara avrik á umhvørvisøkininum higartil eru ikki minni enn ein skomm fyri Føroyar, sum annars ber seg fram sum undangonguland á umhvørvisøkinum. Hóast framstig innan framleiðslu av varandi el-orku, so hevur okkara útlát staðið í stað ella vaksið ótarnað seinastu 17 árini. Hetta hóast vit settu okkum politisk mál í 2009 um at minka um útlátið við 20% fram til 2020 sammet við 2005. Tískil er tað eyðsæð, at átøkini higartil hava verið ónøktandi.
Aftrat hesum frættist nú, at landsstýrið ætlar at seta 5. oljuleitingarumfar í føroyskum øki í gongd. Hetta er ørkymlandi og samsvarar ikki við nakra ætlan um at basa veðurlagsbroytingarnar og at halda paríssáttmálan.

Vit heita tí á øll umhvørvisáhugað at møta uttanfyri Løgtingið fríggjadagin 1. Februar, og krevja, at Føroyar gerast partur av loysnini heldur enn at vera partur av trupulleikanum.

Á skránni verður yrkingaupplestur við Sannu Dahl Andreassen, sum lesur yrkingar úr Bónusyrkingar, ið hon sjálv hevur týtt til føroyskt, og røður, ið Hervør Pálsdóttir og Martin á Fløghamri bera fram.
Fyriskipararnir bjóða kaffi, kakao, bollar og kaku, men neyðugt er at taka egnan kopp við.

Fleiri felagsskapir stuðla veðurlagsverkføllunum. Hesir eru Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Ringrás, Unga Tjóðveldið, Ungamannafelagið Samband og Sosialistisk Ung. Haraftrat stuðlar Reyði Krossur veðurlagsverkføllunum á tí grundarlagi, at menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar bæði eru høvuðsorsøk og/ella lutvís orsøk til fleiri humaniterar kreppur kring heimin.

- Ringrás

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder