
KvF: Í kvøld eftir Dag og Viku verða veðurtíðindi send í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð við veðurkønum verti.
Tað er Veðurstova Føroya, ið hevur tikið stig til veðurtíðindini í sjónvarpinum.
Veðurstovan hevur bygt eitt studio á Sjónámi í Klaksvík og eitt á Veðurstovuni í Havn, har verðurtíðindini verða tikin upp og send sjónvarpinum.
Veðurtíðindini í kvøld koma úr Klaksvík, og tað er Hanus Kjølbro, veðurkønur, ið er vertur.
Seinnapartin vóru Carsten M. Arnskov og John Johannessen frá Kringvarpinum og løgdu seinastu hond á teknisku fyrireikingarnar og vertsvenjinginina.
Teir siga, at tað hevur gingið skjótt og væl at fáa útgerðina at rigga og at venja vertirnar til at greiða frá í sjónvarpi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald