2018-08-23 19:34
Fyri lítlari løtu síðani byrjaði veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum, har løgmaður og frúan eru vertir.
Krúnprinsahjúnini vóru sjálvsagt tey síðstu, sum møttu upp, men annars er talan um høg og lág ymsastaðni - fyri tað høg og fyri tað mesta innan tað almenna. Løgtingsfólk, landsstýrisfólk, fólk úr umsitingini og annars fólk, sum eru knýtt at vitjanini.
Á skránni í kvøld er ymiskt undirhald, og endað verður við føroyskum dansi.
Møguleiki er hjá pressuni at sleppa inn í veitslusalin nakrar ferðir gjøgnum kvøldið, so fleiri myndir verða at síggja her á Portalinum so hvørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald