Á býráðsfundinum í Havn í annaðkvøld eru fleiri val av nýggjum limi í ymsar nevndir á skránni.
Orsøkin er, at Heðin Mortensen nú er farin í landsstýrið har hann tekur sær av samferðslumálum fyri Javnaðarflokkin.
Hetta merkti, at hann mátti siga løgtingssessin frá sær og eisini tey álitisstørv í hesum sambandi. Í annaðkvøld sigur hann so formelt eisini sessin í Tórshavnar býráð frá sær.
Harvið skal høvuðsstaðurin eisini hava nýggjan varaborgarstjóra, eins og nýtt fólk skal setast í allar teir nevndarsessir, sum Heðin Mortensen sat í, og teir eru ikki so fáir.
Á býráðsfundinum í annaðkvøld skulu hesir sessir setast ístaðin fyri Heðin Mortensen:
Annar varaborgarstjóri
Fíggjarnevndin
Mentamálanevndin
Trivnaðarnevndin (varalimur)
Vinnunevndin (varalimur)
Økisnevndin
Hests- og koltursnevndin
Nólsoyarnevndin
Bygginevndin fyri nýggjum musikkskúla
Stýrisbólkin fyri Skúlan av Fløtum
Bygginevnd fyri víðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnaøki
Serstaka nevndin at fyrireika nýggjan svimjihyl
Stýrisbólkin fyri bygging av Tórsvølli (Vestursíðan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald