Ingi Samuelsen
Alt bendir á, at komandi løgtingsval fer at gerast øgiliga spennandi. Javnvágin millum núverandi blokkarnar á tingið er hárfín, og nýggjastu veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin vísir, at tað bert er Javnaðarflokkurin av teimum stóru flokkunum, sum gongur fram í mun til seinastu veljarakanning fyri einum mánaði síðani.
Kanningin vísir, at núverandi samgonguflokkar fáa 16 fólk vald á ting, meðan núverandi andstøða fær 17.
Spyr.fo gjørdi kanningina flaggdagin 25. apríl, tá 500 fólk svaraðu hvønn flokk tey fara at velja, um løgtingsval hevði verið nú.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fólkaflokkurin framvegis størst
Eins og undanfarnu kanningarnar hava víst, so verður Fólkaflokkurin størsti flokkur. Hesaferð stendur Fólkaflokkurin til at fáa 24,3 prosent av atkvøðunum, og tað er eitt lítið vet minni enn í kanningini, sum varð gjørd 24. mars, tá 24,6 prosent av teimum spurdu søgdu seg faraat seta krossin út fyri lista A.
Næststørstur flokkur verður Javnaðarflokkurin, sum stendur til at fáa 21,5 prosent av atkvøðunum, og tað er meira enn eitt prosentstig meira enn fyri einum mánaði síðani. Flokkurin hjá løgmanni er tó framveg langt frá at vera eins stórur og á seinasta løgtingsvali í 2015, tá Javnaðarflokkurin fekk yvir 25 prosent av atkvøðunum.
Vøksturin hjá Javnaðarflokkinum gevur flokkinum ein sess afturat í mun til seinastu kanning, so Javnaðarflokkurin nú stendur til at fáa 8 tinglimir, tað sama, sum Fólkaflokkurin stendur til at fáa.
Hinir báðir stóru flokkarnir, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin standa til at fáa seks tinglimir. Og teir ganga báðir aftur, Sambandsflokkurin tó meiri enn Tjóðveldið, sum nú aftur er triðstørsti flokkur sambært Spyr.fo.
Tjóðveldi fer 0,4 prosentstig aftur til 18,2 sambært nýggjastu kanningini, meðan Sambandsflokkurin fer 1,4 prosentstig aftur til 17,9 prosent.
Framtakið røkkur ikki á ting
Hjá teimum smáu flokkunum vísir veljarakanningin, at tað er Framtakið fyri Kannabis, sum missir tingsessin, sum Javnaðarflokkurin nú stendur til at vinna aftur. Flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi uppliva ikki broyting í tingmannatali í mun til undanfarna kanning.
Tað vil siga, at Framsókn og Miðflokkurin standa til at fáa tvey umboð á tingi, meðan Sjálvstýrið stendur til at fáa eitt.
Men hesir tríggir flokkarnir standa allir til eina framgongd í mun til seinastu veljarakanning. Miðflokkurin gongur úr 5,3 upp á 5,9 prosent, Framsókn úr 4,9 til 5,7 og Sjálvstýri úr 3,5 til 3,6 prosent.
Framtakið hinvegin gongur aftur úr 3,2 prosentum til 2,9, sum ikki er nóg mikið til at fáa umboð á ting.
Hesi tøl skulu takast við tí fyrivarni, at tað er ein óvissa millum 1,2 og 3,7 prosentstig. Eisini eru 9,4 prosent, sum siga seg ikki hava tikið støðu til hvønn tey fara at velja. 1,9 prosent siga seg fara at atkvøða blankt og 1,5 prosent siga seg ikki fara á val.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald