- Tað ber ikki til at gera tað niðurstøðuna, at Javnaðarflokkurin tapir valið, tá munurin ímillum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin er so lítil, sigur Sjúrður Skaale. Hann sigur eisini, at hann sum heild er skeptiskur yvir fyri mátanum, sum Spyr.fo ger veljarakanningar uppá.
Les eisini: Bæði Magni og Sjúrður falla
Sjúrður Skaale sigur annars, at flokkurin er byrjaður at fyrireika seg til fólkatingsvalið, men at løgtingsvalið sjálvandi hevur nógv meira at siga fyri flokkin.
- Valstríðið byrjar dagin eftir, at valið hevur verið, sigur hann og leggur afturat, at hann ger arbeiðið so væl, sum hann megnar og vónar at tað sæst aftur á valdegnum.
Fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin seinastu átta árini sigur eisini, at tað slepst ikki undan, at hann er høvuðsvalevni fyri Javnaðarflokkin, tá hann hevur siti í sessinum í so nógv ár.
- Tá verður man andlitið hjá flokkinum á Fólkatingi, sigur Sjúrður Skaale at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald