Hóast veljaratølini síggja svørt út hjá Aksel V. Johannessen, løgmanni, og Javnaðarflokkinum, so er tað framvegis nógv tann størsti parturin av veljarunum, sum vilja hava núverandi løgmann til at halda fram í sessinum.
Á veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið, spurdu vit eisini veljararnar, hvønn av verandi floksformonnunum tey yngstu til løgmann eftir komandi løgtingsval.
Tað er ikki óvanligt, at sitandi løgmaður stendur seg væl í slíkum kanningum, og soleiðis er eisini hesaferð.
28,5 prosent av veljarunum siga seg vilja hava Aksel V. Johannessen, og tað má sigast at vera væl klárað, tá tað ”einans” eru 18,7 prosent, ið siga seg fara at seta krossin fyri hansara flokk.
Júst í øvugtu støðu er formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.
Hóast heili 27,5 prosent av veljarunum siga seg fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum, so eru tað bert 16,0 prosent, sum ynskja, at hann skal gerast løgmaður.
Men Jørgen Niclasen er so í teirri støðu, at hann er tann politikikarin, sum fær næstflestar atkvøður í hesi atkvøðugreiðsluni eftir sitandi løgmann.
15,6 prosent siga seg vilja hava Bárð Nielsen til løgmann og 13,8 prosent Høgna Hoydal.
Tað er eisini ein stórur partur, sum ikki ynskja ein av núverandi floksformonnunum til løgmann. Heili 15,9 prosent hava svarað ”onkur annar” og 16,9 prosent siga seg ikki vita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald