Innanlands

Veljarakanning: Vit eiga ein sess

Tað er ikki sikkurt at Edmund Joensen verður høvuðsvalevni hjá Sambandsflokkinum á næsta vali

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-26 16:40 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit halda okkum eiga minst tann eina fólkatingssessin, tí vit eru tann einasti flokkurin sum í samstarvi vil gera tað besta fyri føroyingar á fólkatingi, meðan aðrir flokkara arbeiða fyri konfrontatión, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. 

Veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin vísir, at Sambandsflokkurin hevði fingið eitt av fólkatingsumboðanunum í tættari kapping við Javnaðarflokkin. Sambandsflokkurin hevði fingið 22,65 prosent, meðan Javnaðarflokkurin hevði fingið 22,55 prosent av atkvøðunum. 

Les eisiniBæði Sjúrður og Magni falla 

Bárður á Steig Nielsen heldur, at Sambandsflokkurin er tann einasti flokkurin, sum vil arbeiða við at menna ríkisfelagsskapin heldur enn at avtaka hann, og at flokkurin tí eigur at vera umboðar á Fólkatingi. 

Onki høvuðsvalevni enn 
- Edmund Joensen varð valdur tvey tey seinastu valini undan seinasta vali. Seinasta val var tað um reppið, at Edmund Joensen fekk ein av fólkatingssessunum, sigur Bárður á Steig Nielsen. Hann sigur at Edmund Joensen helst verður á listanum hetta valið eisini, men at tað ikki ber til at siga nakað um, hvørt hann verður høvuðsvalevni ella ikki. 

Edmund Joensen sigur sjálvur við Portalin, at hann onga støðu hevur tikið til uppstilling enn, men at hann fer at taka støðu tá uppstillingarfundir verða. Edmund Joensen fekk 2416 á seinasta fólkatingsvali. Tað er næstan 2000 atkvøður meira enn tann næsti á listanum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum fekk 462 atkvøður. 

[object Object]
Edmund Joensen fekk meira enn 2000 atkvøður seinasta fólkatingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) 

At enda sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, at hóast eitt møguligt umboð hjá Sambandsflokkinum ikki fer at sita í Løgtinginum og á Fólkatingi í senn, kann sama umboð verða valt báða staðni. 

- Royndirnar hjá Edmundi vóru tær, at tað var betri at hava báðar sessir, hóast fyrimunir eisini vóru við bara at røkja fólkatingssessin, sigur Bárður á Steig Nielsen. Hann sigur, at royndirnar hjá Edmundi vóru tær, at hóast tað ikki bar til at sita í báðum sessum í senn, kundi tað vera gott at vera í Løgtinginum av og á fyri at hava ein kenslu av, hvat hendir har. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder