Innanlands

Veljarin ótolnast eftir vali

Veljarakanning: Næstan annar hvør veljari ynskir skjótt løgtingsval

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-29 15:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannessen má gjarna skriva út val til løgtingið nú. Tað halda veljararnir sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin flaggdagin.

Tá Spyr.fo hevur gjørt hesar kanningarnar, hava tey tær nógvu seinastu ferðirnar spurt, um fólkið heldur, at løgmaður skal skriva út val nú.

Um ársskiftið var stemningur fyri at fáa eitt nýval, men so hvørt sum valskeiðið er runnið, og alt bendi á, at løgmaður fór at bíða til á ólavsøku, hevur undirtøkan fyri einum skjótum vali verið minkandi.

Men nú tykist sum veljarin gjarna vil hava eitt val áðrenn summarferiuna.

Nýggjastu tølini vísa, at næstan annar hvør av teimum spurdu – 48 prosent – siga ja til spurningin um løgmaður skal skriva val út nú. 30 prosent siga tó framvegis nei, meðan 22 prosent siga seg ikki vita.

Men tað er týðuligt, at fyri allar flokkar, er vaksandi undirtøka fyri einum skjótum vali. Undirtøkan er minst hjá Javnaðarflokkinum. Helst síggja javnaðarfólk fyrimun av at lata tíðina ganga út, tí sambært veljaratølunum, gongur spakuliga framá við undirtøkuni fyri flokkinum.

Les eisini: Løgmansflokkurin gongur fram 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder