Innanlands

Venjing á tyrlupallinum í Froðba í gjár

Tá tyrlan skuldi lenda á tyrlupallinum í Froðba, hendi ein vanlukka. Ársøkin er ókend, men verður kannað av serfrøðingum. Eldur kom í tyrluna. Við vóru tveir flogskiparar og átta ferðafólk. Fleiri fólk fingu skaða

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2023-03-24 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum liður í tilbúgvingini varð skipað fyri eini venjing á tyrlupallinum í Froðba hósdagin 23. mars.

Endamálið við venjingini var at royna samskiftið og samstarvið partanna millum og finna møguligar manglar/veikleikar, fyri hareftir at bøta um teir, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.

Tá tyrlan skuldi lenda á tyrlupallinum í Froðba, hendi ein vanlukka. Ársøkin er ókend, men verður kannað av serfrøðingum. Eldur kom í tyrluna. Við vóru tveir flogskiparar og átta ferðafólk. Fleiri fólk fingu skaða.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Politiið, Sjúkraflutningstænastan, Atlantic Airways, Tyrludeildin og Landsverk. Harafturat vóru eisini eygleiðarar fyri teir ymisku innsatspartarnar. Statistarnir vóru frá Heilsuskúlanum í Hovi.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, skal nú viðgerða eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum, skrivar Landsverk.

Tey, sum stóðu fyri venjingini vóru Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg, Politiið; Hjalgrím Andreasen, Elin Jensen og Jákup Nolsøe, Heilsuverk Føroya; og Jákup N. Olsen, Landsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder