Verðins einsligasti maður hevur livað einsamallur í brasilianska regnskógnum í 22 ár, og nú er maðurin endiliga fangaður á sjónbandi, skrivar BBC.
Hóast kameraføringin ikki er tann besta, so sæst tíðiliga at lættklæddi og vøddamikli maðurin er í gongd við at fella eitt træ við einari heimagjørdari øks.
Maðurin er sum skilst umleið 50 ár, og hevur búð einsamallur síðan ein bólkur av bóndum lupu á og dripu hinar limirnar í stammu hansara fyri 22 árum síðan.
Sjónbandið er givið út av brasilianska stjórnarstovninum, Funai, sum hevur til endamáls at verja tey innføddu í landinum,
Funai hevur eygleitt mannin síðan 1996, og tað er fyrstu ferð, at tey hava fingið mannin upp á band. Sum skilst hevur eingin roynt at tosa við mannin, tí hann áður hevur gjørt tað greitt, at hann ikki ynskir samband við umheimin, m.a. við at skjóta pílar eftir fólki, sum eru komin ov tætt.
Eitt stráhús, "Maloca", sum maðurin hevur bygt, men síðani er rýmdur frá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald