Nakrir bilar av slagnum Porsche eru í Føroyum, og fleiri føroyingar siga “Porsj”. Tað er skeivt, skrivar Sonne Smith á Facebook-bólkinum Føroysk rættstaving.
- Týski konstruktørurin Ferdinand Porsche teknaði bilin, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1948. Porsche konstrueraði eisini Fólkavognin hjá Hitler í 1934.
- Nú er tað hent, at bilurin Porsche er farin at eita Porsj í Føroyum. Um tað er eingilska málsliga sjúkan, ið er atvoldin til tann anglofiseraða framburðin /porsj/ er ilt at vita.
- Men navnið Porsche er altso týskt og verður framborið /porsje/, altso við -e í endanum og uttan eingilskt/amerikanskt -r, skrivar Sonne Smith.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald