2019-05-31 09:02
Tað vakti ans at løgreglan í gjár stongdi part av J.C. Svabosgøtu. Løgreglan heitti eisini á fólk um at halda seg burtur frá økinum millum Landsbókasavnið og málingahandilin á vegnum, meðan eitt mál varð kannað.
Talan var um húsaófrið, har ein maður at enda noktaði at koma úr einum húsum. Hann verður skuldsettur fyri hóttanir og harðskapsroynd móti løgregluni.
Maðurin, sum varð handtikin stutt fyri kl. 11 í gjár, verður stillaður fyri grundlógarforhoyr nú kl. 09:15, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald