Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðrið í dag, men eitt sindur skiftandi fram til vikuskiftið. Næstu dagarnar gerst eitt sindur lýggjari í veðrinum.
Tað verður turt restina av degnum, vindmegin millum 6 og 9 m/s av útsynningi, og 9 hitastig.
Í morgin um 7 tíðina fer at regna og avfallið verður millum 0,1 til 1,1 mm fram til klokkan 16. Ættin skiftir til sunnan. Vindmegin um 4 til 9 m/s í morgin. Hitin um 9 hitastig fram til á middegi, tá tað veksur upp til 12 hitastig klokkan 17. Seinni út á kvøldinum liggur hitin um 11 og 12 hitastig.
Hósnáttina er 12 hitastig og turt fram til á middegi, ættin av landsynningi. Á middegi fer at regna við avfallið millum 0,6 til 1,7 mm fram til klokkan 19 fríggjadagin. Hitin minkar úr 12 hitastig niður í 9 hitastig um náttina, og veksur upp í 11 hitastig sum fríggjadagurin líður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald