Innanlands

Verjin: Her er einki ið prógvar at kvinnan er sek

- Kortini verður hon ákærd eftir herdu revsigreinini í tveimum førum

Bjørn á Heygum (Savnsmynd)

Bjørn á Heygum (Savnsmynd)

2018-10-19 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bjørn á Heygum, sakførari hjá útlendsku kvinnuni, sum mikudagin og hósdagin hevur sat í Føroya Rætti, ákærd fyri at hava ligið fyrrverandi manni sínum eftir lívinum, hevði ikki nógv gott at bera próvførsluni hjá ákæruvaldinum í málinum.

Bæði í ákæruni viðvíkjandi harðskapi móti manninum og í ákæruni um eldsáseting hevur ákæruvaldið valt at reisa ákæru eftir herdu greinini í revsilógini, og hetta uttan at tað yvirhøvur, sambært verjanum, er ført nakað prógv fyri, at hon er sek.

Les eisini: Mamma at trimum kann rokna við at verða víst av landinum 

Hóttandi vandi fyri lívi og limamsførleikum
Kvinnan er ákærd fyri trý brot á revsilógina. Í sambandi við ein tilburð, sum endaði við at kvinnan í bili sínum rendi á afturendan á bilinum hjá manninum, so at hesin endaði úti í vegveitini, er kvinnan skuldsett eftir grein 252.

Hetta er greinin, sum snýr seg um á fyrilitarleysan hátt at elva til ”hóttandi vanda fyri lívi ella likamsførleikum hjá øðrum persóni”, og kann geva fongsul upp í átta ár.

Bjørn á Heygum vísti á, at tað er munur á at elta í týdninginum ’forfylgja’, og so at koyra aftaná. Tað stendur orð móti orði um hon hevur koyrt upp í hin bilin. Men tað er ein sannroynd, at hon kom at renna á bilin hjá manninum í sambandi við eina yvirháling, har hon ikki ansaði eftir, at ein bilur koyrdi ímóti henni, og hon tí varð noydd til av snara inn aftur á høgru vegabreyt, og harvið rendi á bilin hjá manninum, sum koyrdi útav.

- Tað var eitt óhapp, staðfesti verjin á í rættinum og vísti harvið aftur, at talan skal vera um eina tilætlaða roynd at seta lívið hjá manninum og fólkunum, ið vóru í bilinum, í lívsvanda.

Kvinnan fekk eisini orðið í sambandi við proseduruna í dag, og her vísti hon á, at hon ikki kendi kvinnuna í bilinum.

- Eg vildi teimum ikki nakað ilt. Eg kenni ikki kvinnuna og børn hennara. Hví skuldi eg ligið teimum eftir lívinum, segði hon við dómaran.

Grovur harðskapur
Í øðrum lagi er kvinnan ákærd fyri at hava framt harðskap móti manninum, við tað at hon skal hava roynt at sligið eftir manninum við eini tasku, har ein steinur var í. Kvinnan noktar fyri at hava gjørt nakað slíkt.

Bjørn á Heygum undrast stórliga yvir, at roynt verður at døma kvinnuna eftir grein 245 í revsilógini, sum er grovan harðskap og kann geva fongsul upp í seks ár.

- Henda greinin verður brúkt í sambandi við grovar tilburðir, har roynt verður at skaða fólk so nógv sum gjørligt, eitt nú við skotvápnum, knúgvajarni ella øðrum amboðum. Í hesum føri var talan um ein stein í eini kvinnutasku. Vit vita ikki hvussu tungur steinurin er, og vit hava heldur ikki fingið at vita, hvussu slagið varð framt og hvat siktað varð eftir. Vit fáa bara at vita frá manninum, at tað eydnaðist honum at bukka seg undan, so at steinur líka nart við økslina. Her stendur orð móti orði.

Bjørn á Heygum vísti eisini á, at tá talan er um ákærur eftir herdu harðskapsparagraffini, plagar ”vápnið” at verða lagt fram fyri rættin sum prógv. Men so er ikki í hesum føri. Steinurin er burtur. Løgreglumaðurin, sum kannaði málið, hevur hildið á steininum og sigur, at hann vigaði sum ”minst tríggir mjólkarpakkar”, meðan kvinnan hevur sagt, at hann vigaði nógv minni. Hon kendi til steinin, tí talan er um ein prýðislut úr malargróti, sum sonurin hevði gjørt í barnagarðinum.

Men steinurin er burtur nú, ongin veit hvar hann er. Tá løgreglumaðurin vitnaði í rættinum harmaðist hann um, at hann ikki hevði lagt hald á steinin og taskuna, so hesi kundu verið løgd fram sum próvførsla.

- Tað var eitt mistak, ásannaði hann.

Heimilar lívstíðardóm
Í spurninginum um eldsáseting ógvaðist Bjørn á Heygum eisini á, at ákæruvaldið velur harðaru greinina, grein 180 í revsilógini, sum grova eldsáseting og gevur heimild at døma fongsul upp til lívstíð.

- Talan er um eitt stearinljós, sum hevur gjørt eina svarta strípu á undirkantin á eini song. Vit vita ikki hvat kundi hent, um ljósið hevði sloppið at staðið í longri tíð, men tað er ikki prógvað, at nakar hevur sett onnur lív ella stór virðir í vanda. Heldur ikki er nakað prógv ella ábending um, at ákærda kvinnan hevur sett ljósið har, bara gitingar.

Bjørn á Heygum heitti tí at dómaran um, at um so er at kvinnan verður funnin sek í harðskapi og eldsáseting, at tað so verður hugt at málinum umvegis veikaru greinirnar í revsilógini, ávikavist 244 viðvíkjandi harðskapinum og 181 viðvíkjandi eldsásetingini.

Dómur fellur í málinum um eina viku, men bert í skuldarspurninginum.

Verður kvinnan funnin sek í eini ella fleiri av ákærunum, so skal hon sálarkannast áðrenn spurningurin um revsing verður tikin upp á nýggjum rættarfundi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder