Týsdagin 21. mai fer Urd Grandorf Bak, granskingarleiðari hjá føroyska felagnum Ocean Rainforest, at verja sína vinnuliga ph.d.-ritgerð undir heitinum: “Seaweed cultivation in the Faroe Islands: An investigation of the biochemical composition of selected macroalgal species, optimised seeding technics, and open-ocean cultivation methods from a commercial perspective.”
Høvuðsvegleiðari hjá Urd hevur verið Susan Holdt, lektari á DTU Food, og Charlotte Jacobsen, professari á DTU Food, hevur verið samvegleiðari. Ólavur Gregersen, stjóri á Ocean Rainforest, hevur verið vinnuligur vegleiðari.
Próvdómarar verða Lisbeth Truelstrup Hansen, professari á DTU Food, Jorunn Skjermo, leiðandi granskari á SINTEF Ocean, og Stefan Kraan, granskingar- og menningarstjóri hjá Oceana Organic Products og júst fráfarin forseti í International Seaweed Association.
Verjan fer fram á DTU í Lyngby, bygningi 202, Auditorium 8003, 21. mai kl. 14. Aftaná verður móttøka, skrivar gransking.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald