Frá klokkan 15 í dag fara ljósmøðurnar í verkfall. Tað hevur við sær, at bara bráðfeingis uppgávur verða gjørdar í sambandi við ljósmøðravirksemi.
Landssjúkrahúsið hevur sent fráboðan út um hvussu verkfallið ávirkar virksemið á føðideildini.
Verkfallið fær ávirkan á gerandis virksemið hjá Føðideildini og í Ljósmøðraskipanini, sum viðførur, at Landssjúkrahúsið fyribils samskipar móttøku av barnakonum soleiðis:
Allar barnakonur í Føroyum, sum meta at tær eru í føðing ella hava átrokandi tørv, skulu ringja á høvuðsnummarið hjá Landssjúkrahúsinum 30 45 00.
Tær vera síðani stillaðar um til ábyrgdarhavandi.
Tað er alneyðugt, at barnakonur ringja á Landssjúkrahúsið og boða frá innan tær koma á føðideildina.
Bráðfeingis hjálp fæst við at ringja 1 1 2.
Barnakonur, sum ikki hava bráðfeingis tørv, men hava spurningar, skulu venda sær til sín egna kommunulækna.
Barnakonur, har vanligar umstøður eru aftaná føðing, kunnu vænta at vera útskrivaðar so skjótt mett er ráðiligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald