Fyri lítlari løtu síðan skrivaðu partarnir undir semju. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bjóðaði Ljósmøðrafelag Føroya til fundar í morgun at viðgera ymiskar loysnir, og endaði hetta við, at partarnir fyri løtu síðan undirskrivaðu 3 ára lønarsáttmála.
Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.
1. okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,6%.
1. okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,2%.
1. okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,8%.
Hartil eru broytingar í sokallaðari skalagongd, ið gera, at endalønin hjá ljósmøðrum hækkar øll 3 árini.
Samlaða lønarhækkingin er mett at kosta 8,475% samanlagt yvir 3 ár. Harav triðja árið liggur áleið tað sama sum privati arbeiðsmarknaðurin hevur samtykt í undanfarnum sáttmálum.
Eisini fevnir semjan um, at møguligar tímaløntar ljósmøður framyvir fáa eftirløn av løn síni.
Hartil eru aðrar broytingar í sáttmálanum. Eitt nú er ásetingin um ferðaendurgjald til avloysarar strikað. Eisini eru tvey protokollat løgd afturat sáttmálanum, ið viðvíkja komandi samráðingum og dagføring av sáttmála.
Tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald