Klokkan 11 í morgun hittust ljósmøðurnar og Fíggjarmálaráðið við semingsmanninum. Endamálið var at gera eina seinastu roynd at steðga verkfallinum, áðrenn tað varð hert. Hetta skrivar in.fo
Ljósmøðurnar hava gjørt greitt, at verkfallið verður hert klokkan 15.00, og at øll undantøk verða burtur, um eingin semja verður funnin. Tískil var hetta seinasta møguleiki, men hetta miseydnaðist.
Ljósmøðurnar skuldu svarað áðrenn klokkan 12.30. Tað er nú greitt, at tær hava vrakað enn eitt uppskot um semju. Tað varð boðað frá fyrr í vikuni, at tað manglaði ikki nógv í, men krøvini tykast ikki at vera heilt møtt. Í øllum førum er framvegis verkfall, og støðan er hættislig og ikki haldbar.
Tað er ikki greitt, hvat næsta stigið er, men ein møguleiki er, at Løgtingið traðkar til. Landstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg sigur tó, at hetta er eitt so víðgongt inntriv, at tað eigur bara at verða gjørt í heilt serstøkum førum. Nú skal støða takast til um tey meta støðuna so álvarsliga nú, at hetta verður framt.
Ljósmøðurnar hava verið í verkfalli síðani 8. november
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald