Innanlands

Vestmanna hevur trupulleikar við hundalortum

Vetrarfriðingin hevur steðga seyðasparlum, men enn eru hundalortar til fortreð

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2019-05-09 17:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vestmanna bygd hevur verið vetrarfriðað í nøkur ár og seyðasparlar liggja ikki á vegum, gongubreytum og øðrum kommunalum økjum longur. Men tað gera hundalortar.

- Hóast fleiri hundaeigarar taka upp eftir hundinum, so eru tað framvegis nógv, ið ikki gera tað, og tað er neyvan nakað so ólekkurt sum at traðka í ein hundalort, skrivar kommunan.

Hundaeigarar kunnu fáa eitt bunti av hundalortaposum á Kommunuskrivstovuni og eisini hava arbeiðsmenninir, sum arbeiða við fríðkan, hundalortaposar at lata frá sær.

Vestmanna Kommunu vónar við hesum átaki, at allir hundaeigarar fara at brúka hundalortaposar.

Hundalortaposar fáast til keyps í Á-handlinum og um stutta tíð eisini á Magn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder