2019-07-04 16:22
Visit Vágar fer, í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu, aftur í ár at skipa fyri mentanarvikuni Vesturskin, sum verður í døgunum 18. til 24. august.
Endamálið við Vesturskin, er at varpa ljós á Vágar, við alskyns mentanar- og náttúruupplivingum í allari oynni, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.
Skráin í ár fer bæði at bjóða uppá nøkur afturvendandi tiltøk, so sum sólseturskaffi í Gásadali, pilates á Trælanípuni og Vágagongu.
Harafturat verða eisini ymisk nýggj og áhugaverd tiltøk at gleða seg til, bæði hjá børnum og vaksnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald