Innanlands

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt gongdini í lundaholunum í Skúvoynni. Fyrstu árini komu fáar pisur undan, men síðan 2014 hevur gingist betur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-08-19 19:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nøkur ár hevur Havstovan fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum.

Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gjørdar úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Eitt kamera vísir eisini lundan, sum situr i lundalandinum, har einar 50 holur eru.

Tað komu fáar pisur undan tey fyrstu árini, men síðan 2014 hevur gingist betur, skrivar Havstovan á heimasíðuna.

Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út, í 2012 komu seks pisur út, men fimm av teimum doyðu, tá ið tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd; og í 2013 komu fýra pisur út, og ein bleiv floygd.

Í fjør vurpu 12 lundar, og allar pisurnar blivu floygdar. Í summar vurpu eisini 12 lundar, men tað gekk ikkieins væl og í fjør. Í trimum reiðrum kom ongin pisa, hóast lundarnir vermdu eggini mestu tíðina, og í hinum níggju reiðrunum klaktust øll eggini, men ein pisa doyði. Hinar pisurnar hava klárað seg væl, og tær fyrstu tvær vórðu floygdar 7. august, sum er vanlig tíð. Enn eru fimm pisur eftir, og tær fara av stað um nakrar fáar dagar, sum er eitt sindur seinni enn vanligt.

Tað hevur verið sera ymiskt, hvussu nógvur lundi hevur sitið í bakkanum. Teir flestu dagarnar hevur ongin sitið, men so hava dagar verið, har nógvur lundi hevur sitið, serliga út á kvøldið og heilt til tað skýmdi.

Føðin hevur verið sera smátt yngul, serliga av nebbasild, men eitt sindur av størri nebbasild hevur eisini verið at sæð.

Ein onnur kanning í Skúgvi gevur eisini eina ábending um støðuna hjá lundapisunum. Ljósloggarar verða settir á vaksnan lunda fyri at kanna, hvar lundin er um veturin. Til hetta endamálið hevur Havstovan 35 talmerkt reiður, sum verða kannað nakrar ferðir á hvørjum ári, og skrásett verður m.a. um pisur eru í reiðrunum. Í fjør vóru 17 pisur, og í summar vóru 13 pisur, so eisini her gekst heldur verri enn í fjør, skrivar Havstovan.

Omanfyri ber til at síggja beinleiðis stroyming úr reiðrunum og lundalandinum í Byrgisbakka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder